- Goym pass, pening, ferðaseðlar og aðrar virðismiklar lutir á hotellinum.
- Hav lítlan ryggsekk til dagligu útferðirnar.
- Í ryggsekkinum kanst tú hava vatnfløsku, regnjakka, myndatól, sjokulátu, kort ogannað.
- Hav nakkapútu og oyraproppar til flogtúrin og busstúrarnar.
- Hav peningabelti ella pung um hálsin at goyma dagliga peningin í. Hav adressuna áhotellinum hjá tær. Tú fært brúk fyri tí, um tað skuldi hent, at tú komst burtur fráferðalagnum.