Ísrael lat landamørkini aftur í mars 2020, og síðani hevur landið spakuliga latið uppaftur, og er talið á ferðafólkum eisini økt hareftir.
Í januar ferðaðust 46.000 ferðafólk til Ísrael. Í januar 2021 var talið bert 7.800, og hóast ferðafólkatalið er økt munandi síðani, er tað framvegis langt frá teimum 330.000, sum vitjaðu í januar 2020.
Naftali Bennett sigur, sambært Reuters, at tíðin er komin at lata upp aftur, men at tey framvegis fara at halda eyga við støðuni, og fara tey at reagera skjótt, um eitt nýtt koronufrábrigdi byrjar at gera um seg.