TÍÐINDI

Posta út tann:
1
Mar
2016

Loftiferðir í Vikublaðnum 8. februar 2016

Í 2017 eru liðin 40 ár, síðan Svenning av Lofti byrjaði við regluligum ferðum til Ísraels við føroyingum, har hann sjálvur skipaði fyri ferðunum og var ferðaleiðari.

Fyrsta Ísraels-ferðin hjá Svenningi var í 1977. Hesi mongu ár eru nógvar ferðir gjørdar til Ísraels og Jordan. Einir 2500 føroyingar hava síðan 1977 ferðast við Loftiferðum, og onkrir bólkar hava verið heilt stórir. Á einum túri í 2010 vóru 89 fólk við. Annars liggja bólkarnir á hesum ferðum vanliga um eini 20 til 30 fólk

Ymiskar ferðir

Í 2009 skipaði felagið seg av nýggjum við Marneri av Lofti og Maigun S. Otthamar.

Loftiferðir hava eisini víðka um árligu valmøguleikarnar við ferðum til Ísraels, sum nú fevna um páskaferð, kvinnuferð, leyvsæluferð, sum er í september - og so jólaferðini.

Loftiferðir vísa á, at jólaferðin hevur verið sera væl umtókt, og umframt Svenning og Marner av Lofti, hava jógvan og Unn Zachariasen verið ferðaleiðarar á jóla- og páskaferðum.

Vælumtóktir damutúrar

Tað er Maigun S. Otthamar, sum stendur fyri og er ferðaleiðari á vælumtóktu “damutúrunum”.

- Á hesum túrum verður vitjað - umframt tey søguligu støðini - eisini í eitt nú barnagørðum, har kunnað verður um, hvussu ísraelski staturin integrerar tey nógvu fólkini sum

hvørja viku koma til landið. Vitjað verður á barnasjúkrahúsi, har kunnað verður um nýggjastu tøknina - og á skúlum fyri serliga útsett børn, sum koma úr sosialt truplum korum. Greitt verður frá, hvussu hesi børn verða loftað, og her eru nógvar sólskinssøgur.

Maigun sigur, at á damuferðini verða nógvir handlar og basarar vitjaðir, og seinastu dagarnir verða brúktir við Deyðahavið.

Í tryggum umhvørvi

Loftiferðir leggur seg eftir, at ferðafólk altíð kenna seg trygg, og ferðast verður í tryggum umhvørvi.

- Gjøgnum øll hesi ár hava vit havt tætt og gott samstarv við eina av størstu ferðaveitarafyritøkum í Ísrael, og tey hava eisini verið og vitjað okkum í Føroyum.

Maigun S. Otthamar sigur, at pláss eru eftir til páskaferðina og damutúrin, men umráðandi er, at fólk tekna seg til ferðirnar sum skjótast.


PDF-fíl
No items found.

Sí fleiri tíðindi her:

Føroykst-Ísraelskt fagnaðarkvøld
Les meira
Jerusalem – 50 ár í juni 2017
Les meira
Føroyingar á stevnu í Jerusalem
Les meira
Loftiferðir í Vikublaðnum
Les meira