Vit flúgva via Keypmannahavn, og koma til Ísraels sama dag. Henda ferðin er lagað ikki minst eftir áhugamálum hjá kvinnum, fyri uttan tey søguligu plássini, verður dentur lagdur á m.a. vælveru, strendur, spennandi bazarar o.a.
Vit vitja tey heiløgu støðini í Jerusalem og kring landið. Vit vitja Galilea og sigla á Genezaretsvatninum, vitja Massada og Qumran og Deyðahavið.Sum nakað heilt serligt, vitja vit ellisheimið í Haifa fyri fólk sum yvirlivdu Holocaust.Íroknað í kostnaðin á túrinum er:
Flogferðirnar Vágar-Tel Aviv-Vágar, innivist á 4* hotellum, morgunmatur og døgurði, útferðir, ferðaleiðari og tænastupeningur.Ikki íroknað í túrinum: Ferðatrygging, drykkjuvørur, matur mitt á degi.Vit gleða okkum at vera saman við tær á hesi upplivingarríku og ógloymandi ferð!Ferðaleiðarar: Maigun Solmunde og Joen Lindqvist
Les meira um túrin her
Tú kanst lesa ferðaskránna niðanfyri í hjáløgdu PDF-fíl: