Í 2020 skipa vit aftur fyri einum spennandi ”damutúri ” til Ísraels!
Farið verður 09 - 19. mai 2020. Vit flúgva via Keypmannahavn, og koma til Ísraels sama dag.
Henda ferðin er lagað ikki minst eftir áhugamálum hjá kvinnum, fyri uttan tey søguligu plássini, verður dentur lagdur á m.a. vælveru, strendur, spennandi bazarar o.a.
Vit uppliva nógv áhugaverd støð í Jerusalem, ferðast til Gallilea, sigla á Genezaretsvatninum, fara uppá Masada, slappa av í Deyðahavinum, eisini vitja vit eitt heim fyri útsett børn og ung.
Íroknað í kostnaðin á túrinum er: Flogferðirnar Vágar-Tel Aviv-Vágar, innivist á 4* hotellum, morgunmatur og døgurði, útferðir, ferðaleiðari og tænastupeningur.
Ikki íroknað í túrinum: Ferðatrygging, drykkjuvørur, matur mitt á degi.
Vit gleða okkum at vera saman við tær á hesi upplivingarríku og ógloymandi ferð!