Vit gera ein túr á páskum til Ísrael í apríl 2023
Kend pláss sum vit vitja eru m.a. Golgata, Oljufjallið, Via Dolorosa, Getsemane, Grátmúrin og Holocaustsavnið Yad Vashem.
Vit ferðast norður til Gallilea, sigla á Genesaretsvatninum, koyra niðan á Golanheyggjarnar, har vit skoða inn yvir Syria, vit vitja Nazaret og Kapernaum.
Eisini uppliva vit Masada og svimja í Deyðahavinum.
Gist verður á 4 stjørnu hotellum.
Vit flúgva úr Føroyum við Atlantic um morgunin og lenda í Tel Aviv sama dag, via Keypmannahavn.
Á heimferðini fara vit á middegi úr Tel Aviv og lenda í Føroyum um tíðlja um kvøldið, via Keypmannahavn.
- Flogferðir við Atlantic og Norwegian, vit flúgva beinleiðis úr Keypmannahavn til Ben Gurion flogvøllin í Tel Aviv.
- Gisting á 4 stjørnu hotellum í Ísrael, v/ morgunmati og døgurða um kvøldi
- Góður bussur við aircondition og WIFI
- Framúr ferðaleiðarin Joen Lindqvist, svenskur jødi sum hevur búð mesta partin av sínum lívið í Ísrael
- Atgongumerkir til øll plássini vit vitja
- Borðfæ (drykkjupeningur) til guide, bussførara, hotel o.o.
- Einakamar
- Trygging, vinaliga tosið við tygara tryggingafelag